Blé til 07 Vestur

Evrard Blé spælir komandi kappingarár við uppflyarunum 07 Vestur. Hann hevur í tvey ár spælt við Víking, men samstarvið teirra millum heldur ikki fram.

 

Evrard Blé var dagsins leikari, tá Víkingur vann steypafinaluna móti EB/Streymi í ár. Hann hevur í tvey ár verið bindiliðið millm verjuna og álopið hjá Víkingi. Samráðingarnar millum Víking og fílabeinsstrandingin komu tó ikki á mál, tá partarnir tosaðu saman eftir hetta kappingarárið.

 

Heimasíðan hjá 07 Vestur skrivar í kvøld, at sterki miðvallarin verður partur av hópinum komandi ár.

 

Evrard Blé kom til VB/Sumba í 2005 og var ein sannur fongur. Í 2007 skifti hann til AB, har avrikini vóru svingandi. Síðani skiftið til Víking í 2011 hevur hann staðið seg væl, og tað er einki av ivast í, at talan verður um ein styrk fyri uppflytarnar, um hann heldur spælir sum hann gjørdi í steypafinaluni í ár