Seinastu vikuna hava tey lisið søguna »Kári og serliðið«, sum Trine Bundsgaard skrivaði og Jenny Johannesen týddi, sum Bókadeild Føroya Lærarafelag og Nám góvu út í fjør.
Søgan er mikið áhugaverd og nemir fleiri sera kensluborin evni, umsorganarsvik, drykkjuskap hjá foreldrum og sorg og sjálvmorð.
Men at hoyra eiðir og forbannilsi í fleiri setningum í barnaútvarpinum á morgni, tað er als ikki hóskandi.
Um hetta er ein kiksari, ella um redaktiónin hjá Barnaútvarpinum heldur tað vera í ordan at læra børnini at banna beint eftir morgunlesturin kunnu tey kanska greiða okkum frá. Men hóskandi var tað ikki. Tey, ið leggja slíkar sendingar til rættis áttu í hesum føri bara at broytt ljóta málburðin.