Blóðtøpp av strongd

Svensk gransking staðfestir, at strongd kann elva til blóðtøpp í heilanum, sum kann elva til heilaskaða og í versta føri kann vera lívshættisligt. Granskararnir, sum starvast á lærda háskúlanum í Gøteborg, hava tosað við nógv fólk, sum høvdu havt blóðtøpp í heilanum. Samrøðurnar vístu, at nógv tey flestu høvdu havt trupulleikar við strongd í eitt ár ella meiri, áðrenn tey fingu blóðtøpp. Um orsøkina siga teir svensku granskararnir, at fólk, sum líða av strongd, hava lyndi til at eta ósunnan mat og hava ofta ov høgt blóðtrýst. Teir mæla til fleiri kanningar, tí frágreiðingin kann eisini vera okkurt heilt annað, siga teir.