Tónleikalívið kring landið er í blóma, og sjálvandi vil Suðuroyggin vera við í hesi menning. Saknur hevur verið at hoyra blásturtónleik, og hetta hava suðuroyingar gjørt nakað við. Tey hava í dag ikki færri enn trý hornblásaraorkestur, eitt hornorkestur á Tvøroyri, eitt í Vági og so tað triðja sum er Suurættin, ið eru spælarar og tónleikarar úr allari oynni.
Suðurættin er veruliga við at fáa vind í seglini, m. a. hevur orkestrið spælt saman við Guðrun S. Jacobsen og Brandi Enni, hvat skúlakonsertir á Tvøroyri, Sumba, Hvalba, Tórshavn og eru nú boðin at spæla í Tivoli í Keypmannahavn í maimánaði komandi ár.
Slík ferð kostar, og tí hava tey eina stuðulskonsert sum kostar 40 kr fyri vaksin, meðan børn sleppa ókeypis at hoyra. Týskvøldið 16. desember er so seinasti møguleiki at hoyra orkestrið í ár, tey fara at framføra mest jólatónleik í skúlanum í Hovi kl 19. Og sjálvandi eru øll áhugað vælkomin at lurta, um ættin verður góð, so verður eingin blástur um koll. Stjórnandi týskvøldið er Oddur Hentze.










