Íblástur úr Isle of Man

Bara tríggjar vikur áðrenn fíggjarlógin fyri 2003 skal leggjast fram, fer Fíggjarnevndin í løgtinginum til lágskattalandið Isle of Man at hyggja at teirra skipan, har vanligi skattgjaldarin ongantíð skal gjalda meira enn ein fimtapart í skatti.

Fíggjarnevndin í løgtinginum fer leygardagin á kunningarferð til bretsku oynna Isle of Man. Endamálið við ferðini er at kunna seg um skattaskipanina á oynni, sum liggur millum Ongland og Írland. Fíggjarnevndin skal m.a. vitja ídnaðar- og handilsráðharran á Isle of Man, umframt at nevndin skal vitja fíggjarnevndina á oynni. Vertur fyri vitjanina er formaðurin í tinginum á Isle of Man, sum nevnist Tynwald.

Lágur skattur
Hóast lønarlagið er á leið tað sama sum í Føroyum er skattatrýstið eitt heilt annað á Isle of Man. Marginalskatturin er 18 prosent, og arbeitt verður við at fáa hetta tal niður á 15 prosent. Harumframt skulu fólk gjalda ein annan skatt, nevndan "national insurance", sum er umleið seks prosent. Botnfrádrátturin er 10.000 £, uml. 120.000 krónur um árið, av inntøku millum 10.000 £ og 20.000 £ skulu gjaldast 10 prosent í skatti, og síðan skulu gjaldast 18 prosent í skatti av inntøkuni, sum liggur omanfyri 20.000 £, tvs. uml. 240.000 krónur. Er talan um hjún, har bara annað arbeiðir, eru botnfrádráttirnir dupult so stórir, tvs. at annar hjúnarfelagin kann forvinna 20.000 £ skattafrítt um árið.

Optimera inntøkurnar
Á odda fyri føroyska ferðalagnum er Óli Breckmann, formaður í Fíggjarnevndini. Hann metir, at føroyingar kunnu læra nógv av skipanini á Isle of Man. Fíggjarnevndin skal hava fund við sínar starvsbrøður á Isle of Man, sum skulu greiða frá, hvaðan teirra landskassi fær sínar inntøkur til vega, og hvussu inntøkurnar verða býtta millum ymsu útreiðsluøkini.
- Stóri spurningurin er, hvussu fært tú mest burtur úr tínum inntøkum, uttan at skatturin skal hækka, sigur Óli Breckmann og vísir á, at t.d. verður í løtuni bygt eitt nýtt sjúkrahús á oynni, sum fer at kosta á leið tvær milliardir krónur, og sum tað almenna fíggjar.

Kunnu læra av Isle of Man
Óli Breckmann sigur, at ferðin fyrst og fremst er ein kunningarferð, men at endamálið eisini er, at tað skal síggjast aftur á føroyskum fíggjarlógum tey næstu árini, at Fíggjarnevndin hevur verið henda túrin. Ella sagt við øðrum orðum: at føroyski skattastigin skal broytast og skatturin skal lækka.
- Tað kann ikki vera rætt, at ein handverkari í Føroyum skal gjalda 60 prosent í skatti av síni síðst forvunnu krónu, tað er rán á alljósum degi, sigur Óli Breckmann. Sum dømi vísir hann á, at fólk í Føroyum við meðal inntøku gjalda útvið helvtina í skatti, meðan ein persónur á Isle of Man við eini inntøku uppá 450.000 sleppur við at gjalda ein fimting í skatti og "national insurance".
Ferðin hjá Fíggjarnevndini, sum hevur ein búskaparfrøðing og ein skrivara við sær, til Isle of Man, kostar 100.000 krónur. Óli Breckmann metir, at hesin peningur er væl givin út.
- Vónandi kunnu vit læra nakað av teirra skipan, og fáa íblástur til, hvussu okkara skipan kann broytast, so meira fæst burturúr samfelagsliga við lægri skattatrýsti enn vit hava í Føroyum í dag, sigur Óli Breckmann.