Hon er einans 18 ung ár, og hon hevur sungið seg inn í hvørt manshjarta her í Føroyum. Leygardagin 4. maj letur hon upp sína fyrstu egnu listarframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Vit tosa um Eivør Pálsdóttir, sum mánadagin í seinastu viku, kom aftur eftir ein tríggjar mánaða langan steðg í Íslandi.
? Eg havi altíð fingist við at mála, men nú eg havi hildið ein steðg frá sangi, hevur tað tikið dik á seg, sigur Eivør. ? Myndirnar eru umfata mest fólk, sum sita á ymsan hátt. Eg brúki nógv hugflog, máli stemningar og ymiskt, sum eg havi upplivað.
Nú meðan hon hevur verið í Íslandi hevur hon sett sær fyri at hava eina listaframsýning. ? Teirra land líkist nógv okkara, har eru skiftandi litir, og tey hava vakra náttúru. Meðan eg var í Íslandi var eg og svam hvønn dag. Tá eg var liðug at svimja fór eg í hitarúmið, og tað er har eg havi funnið mín størsta íblástur. Har eru so nógv fólk, tey sita so løgið, á ymsan hátt, hokin framyvir og annað, og nógvar av mínum myndum havi eg fingið úr hitarúminum.
? Stemningurin í hitarúminum er løgin. Øll sita mestsum í síni egnu verð. Kedd, glað, ov heit, og haðani kann ein fáa nógvar myndir.
Ímóti ljósinum
Framsýningin eitur "Ímóti ljósinum". Og hava allar myndirnar okkurt við hetta evnið at gera.
? Eg havi altíð málað, men eg haldi eg havi fingið tað frá pápa mínum, sigur Eivør. ? Eg brúki nógv kontrastina millum ljós og myrkur. Og at hava eina listaframsýning er nakað, sum eg havi ætlað leingi, og nú verður tað so.
Vit fara yvir í grannahúsið, har Eivør hevur sítt egna "atelier". Við eini 200 W peru leggur hon eina síðstu hond á málningarnar.
Á framsýningini verða 12 ? 15 málningar, og hon letur upp tann 4. maj klokkan 16, og er opin fram til 22 maj. Til ferniseringina verður livandi tónleikur.
Annars sigur Eivør, at nú er hon byrjað at syngja aftur. Clickhaze var við á konsert í mentanarhúsinum í Fuglafirði um vikuskiftið.
? Nú fara vit á Nibe og Roskilde festivalin í juni, og síðani fara vit kanska á eina lítla rundferð í Skandinavia, sigur Eivør.