Herfyri gav danski málarin og grafikarin Svend Åge Madsen út bókina Det Nordiske Lys, har hann lýsir sína list og sín íblástur. Hann hevur seinastu 50 árini javnan ferðast til Føroyar, og er nýggja bókin í høvuðsheitum eitt úrslit av hesum ferðum. Í kapittlinum "Sorte huse ved vejens ende" grunar málarin yvir sterka íblásturin frá gomlu, tjøraðu føroysku húsunum. Í hugaheiminum hava smáu húsini vaksið seg til ímyndir av menniskjasinninum, sum hann ikki fær slept aftur, hvørki í sínum tonkum ella sínum málningum. Í bókini eru hópin av prentmyndum av málningum av føroyskum lands- og bygdaløgum, saman við hugleiðingum hjá málaranum um føroyska íblásturin.
Svend Åge Madsen, Det Nordiske Lys,
Forlaget Jelling, 2005









