Íblástrarkvøld í Ribarhúsi

Áhugavert íblástrarkvøld verður í Ribarhúsi í Fuglafirði mánakvøldið 21. apríl kl. 20

Solveig Refslund, kend donsk listakvinna og undirvísari, verður í Fuglafirði alla komandi viku, har hon frá týsdegi 22. til og við leygardagin 26. apríl skal hava skeið í myndaseyming í Ribarhúsi. Skeiðið er fullteknað, men mánakvøldið 21. apríl kl. 20 eru øll áhugað hjartaliga vælkomin í Ribarhús, har listakvinnan vísir diasmyndir og greiðir frá um, hvussu og hvar hon fær íblástur. Kaffi og prát aftaná.