Blásti onglendingar um koll

21 ára gamli trombonspælarin, Andras Olsen er sloppin inn á kenda tónleikaskúlan Royal Academy of Music í London. Samstundis hevur skúlin valt at stuðla tí unga talentinum fíggjarliga

-Hetta var tann besta jólagávan eg havi fingið higartil.

Tað sigur ein sera fegin Andras Olsen úr Havn, sum í vikuni kom heim til Føroya, at halda jól saman við familjuni.

Og Andras Olsen kann saktans vera fegin. Fyrr í hesum mánaðinum tryggjaði hann sær lestrarpláss á einum av allar bestu klassisku tónleikaskúlunum í Onglandi. Í grótharðari kapping við hópin av øðrum ungum og evnaríkum tónleikarum.

Í ár vóru okkurt um túsund tónleikarar úr øllum heiminum til upptøkuroynd hjá Royal Academy of Music. 50 sluppu gjøgnum nálareygað.

Vanliga sleppur bert ein trombonspælari inn á skúlan um árið. Og hesaferð var tað ein ungur havnamaður, av kendari horntónleikarafamilju í Havn við eini fortíð í Havnar Hornorkestri, sum streyk avstað við lestrarplássinum

-Tað eru 40 nationalitetir á Royal Academy of Music. Við mær verða tað 41, sigur Andras Olsen, sum eftir ætlan byrjar á skúlanum í London í september.


Róptur innaftur

Andras greiðir frá, at upptøkuroyndin í London vardi einar 20 minuttir.

Hesa løtuna spældi hann tvey stykkir upp á trombonina. Eitt solostykki eftir Enrique Crespo og brot úr trombonkonsert eftir Henri Tomasi. Síðani skuldi hann blaðlesa nakrar nótar, hann ikki hevði sæð fyrr.

Onkur dómari, sum hann hevði hitt frammanundan, lat eftir royndina, okkurt orð fella, um at Andras hevði gjørt stór framstig.

-Síðani pakkaði eg trombonina niður og gjørdi meg til at fara. Men á veg út steðgaði ein vegleiðari mær, og segði: "Bíða líka. Tú sleppur at spæla eitt sindur afturat". Tá bleiv eg bangin og hugsaði: Tað var ikki nóg gott!

Men einki var at óttast fyri. Framførslan hjá Andrasi hevði gingið so mikið væl, at hann var millum teirra, sum vóru vald út, at hava eina eyka framførslu fyri rektaranum og vararektaranum.

Tá hendan framførslan var av fekk Andras boð um, at hann kundi byrjað á Royal Academy of Music næsta ár. Við einum enskum scholarship, t.v.s. lestrarstuðul.


Herðaklapp

-Teir søgdu seg vera hugtiknar av framførsluni. Teir søgdu mær, at teir høvdu nakrar øgiliga góðar trombonspælarar á skúlanum, men at eg fór at hóska væl millum teirra.

Andras dylir ikki fyri, at tað kennist sum ein álitisváttan, at fáa lestrarpláss við einum scholarship frá so mætum skúla sum Royal Academy of Music. Peningaupphæddin telur ikki mest.

-Eg eri fyrst og fremst glaður fyri at eg varð valdur framum operasangarar, klaverspælarar og onnur. Tað er prestisja at fáa eitt slíkt scholarship, sigur hann.


Vil spæla solo

Andras Olsen gongur á musikkonservatorium í Århus, og í summar hevur hann eitt ár eftir av útbúgvingini.

Ætlanin er, at taka farloyvi frá skúlanum í Århus, meðan hann søkir tær stóru avbjóðingarnar í London. Hann hevur møguleika at vera á Royal Academy í tvey ár.

Andras sigur tað vera ein dreym fyri ein ungan tónleikara, at sleppa til London at læra. London er ein verðinsbýur fyri klassiskan musikk, og har eru møguleikar, at fáa undirvísing frá heimsins bestu tónleikarum.

-Eg komi at kenna fleiri tónleikarar, og fái samband við fólk víða hvar, sigur Andras, sum gongur á pedagogisku linjuni á konservatorinum í Århus, men stílar eftir eini framtíð sum solistur innan klassiska tónleikin.

-Eg kundi hugsað mær at liva sum frílansi og ferðast umkring til konsertir. Skal eg heimaftur einaferð kann pedagogikkurin eisini koma væl við, sigur tann fegni jólagesturin.



FAKTA UM Andras Olsen


# 21 ár, úr Havn. Fór at spæla trombon sum 14 ára gamal, Byrjaði í Havnar Hornorkestri og Tórshavnar Musikkskúla


# Við í norðurlendska ungdómsorkestrinum, Orkester Norden, 1993


# Byrjaði á musikkkonservatoriinum í Århus, 1997


# 4. pláss í talentkapping fyri solistar, Finnland 1998


# Spælir eisini rúmiskan tónleik. Avloysari í danska Kluvers Big Band.