Elfelagið SEV
Í morgun frættist, at Elfelagið SEV fór at kunngera navnið á nýggja stjóranum, sum stýrið hevur sett. Lýst hevur verið eftir nýggjum stjóra, og tilsamans 17 umsóknir vóru komnar til starvið.
Sosialurin fór á dyrnar hjá SEV klokkan gott 9 í morgun, tí vit høvdu frætt, at nýggi stjórin skuldi ”presenterast” fyri starvsfólkunum.
Men tað tók sína tíð at sleppa inn í høvuðsbygningin. Tú slapp inn um høvuðsdyrnar, men innara hurðin var stongd. Sosialurin var fyrstur, og síðan komu fólk hjá kappingarneytanum á Hálsi. Meðan vit standa í durinum og bíða, kemur ein blíð kvinna, letur hurðina upp og sigur, at vit mugu ganga inn niðanfyri, tí tað er har, øll eru.
Vit spyrja, hvør nýggi stjórin er, og hon heldur, at tað er ikki dult meira. Maðurin er Hákun Djurhuus, sum í fleiri ár hevur verið stjóri í P/F Føroya Shell.
Vit fara útum og ganga oman til niðaru hurðina, men har er eisini stongt. Vit leita eftir øðrum hurðum, og tá vit ganga framvið vindeygunum í niðastu hæddini, sum vestur suðureftir, síggja vit nógv fólk innanfyri rútarnar – og vit síggja eisini, at Hákun Djurhuus stendur og prátar við einum pappíri í hondini.
Triðja hurðin, vit taka í, er opin, so her er einki annað at gera enn at vera smá framligur og fara beint innar í fólkarúgvuna.
Fólk eru blíð, og Hákun heldur fram at tosa. Vit hoyra, at hann nevnir ”globala upphiting” og hugsa, at nýggi stjórin hugsar um umhvørvi.
Tað er gott.
Jú, fólk eru blíð, og okkurt kent andlit heilsar okkum fryntliga. Eingin biðir okkum fara avstað aftur. Vit kenna okkum vælkomin, og vit sleppa eisini at taka tær myndir, vit eru komin eftir.
17 umsóknir
Í stuttum práti sigur stýrisformaðurin, Leivur Hansen, okkum, at tilsamans 17 umsóknir vóru til stjórastarvið, og stýrið hevur havt samrøður við sjey av umsøkjarunum.
- Vit høvdu nógvar sera góðar og væl kvalifiseraðar umsøkjarar, bæði ímillum tey sjey, sum vóru til samrøður, men eisini millum tey 17, sum søktu og ikki vóru til samrøður.
Uppá fyrispurning, um nøkur kvinna var millum tey 17, sigur Leivur, at ein var, men stýrisformaðurin vil ikki siga, um hon vann upp til tey sjey, sum vóru til samrøðu.
- Fleiri av umsøkjarunum vóru við heilt fram til endan av viðgerðini um, hvør skuldi setast, og eg vil siga, at tað var ein heildarmynd sum segði okkum, at Hákun Djurhuus er rætti maðurin at mynda Elfelagið SEV.
Leivur Hansen sigur seg onga løtu ivast í, at felagið við Hákuni Djurhuus hevur fingið ein góðan og væl kvalifiseraðan stjóra.
- Hákun fer at hava sína dagligu gongd á SEV longu frá 1. desember, men hann tekur formelt við stjórastarvinum 1. januar 2008, sigur stýrisformaðurin.
Poul Arni Jacobsen, sum annars var næstformaður í stýrinum fyri SEV, hevur verið virkandi stjóri síðan 1. oktober. Í hesum tíðarskeiði hevur hann ikki sitið í stýrinum, og í hansara stað sum næstformaður hevur sitið Jógvan Emil Nielsen.
Poul Arni hevur áður verið stýrisformaður í SEV, og hann tekur við aftur sum næstformaður, tá hann er leysur av starvinum sum virkandi stjóri.
Klokkan 10 í morgun byrjaði umboðsnevndarfundurin hjá Elfelagnum SEV á Hotel Føroyum.