Ódnin Urd, sum gjørdi um seg hjá okkum 1. jóladag, hevur eisini verið omanyvir Danmark.
Sum verða mann, so hava danskri fjølmiðlar gjørt nógv burturúr ódnarveðrinum, sum hevur verið harligt í mun vanligu stormarnar, ið annars raka Danmark. Ì støðum var vindurin máldur upp í eini 40 m/s, sum næstan er óhoyrt summa staðni í Danmark.
Tað gekk ikki leingi, so byrjaði fleiri at vísa á, at Urd hevði verið í Føroyum og har hevði hon veruliga gjørt um seg, við hvirvlum upp í næstan 80 m/s.
Rasmus Sand Høyer, teknari á Jyllands Posten, hevur fingið hetta við og hevur ein skemtiliga teking í blaðnum um júst tað.
Myndin kann eisini síggjast her










