Sunnudagin verður stór blásarakonsert á Eiði og onnur tiltøk á Eiði Sunnudagin klokkan 15 verður stór blásarakonsert í Íttróttarhøllini á Eiði.
ymiskum tiltøkum í hesum skúlaári, m.a. er ætlanin at framføra eitt nýskrivað verk á flaggdegnum.
Á hesari konsertini verða fara trý harmoniorkestur at spæla, eitt fyri byrjarar, eitt fyri miðal og eitt fyri framkomin.
Í samband við konsertina, fer Katrina Petersen at syngja nøkur svingløg, sum hon hevur serligt hegni til.
- Tey, sum hava hoyrt hana syngja, siga, at hon kann vekja órørdar kenslur, soleiðis at fólk verða í serstakliga góðum lag av hennara sangi, siga eiðisfólk í einum tíðindaskrivi.