Blása við mjøli í munninum

Mest merkisverda punktið í úrskurðinum hjá Ítróttardómstólinum er helst, at teir í síni niðurstøðu áleggja Kappingarnevndini, at hava atlit til tvey onnur mál, tá Páll M. Joensen málið nú verður viðgjørt av nýggjum.
Sjálvandi verður hetta gjørt við at vísa til líkaregluna, soleiðis at staðfestast kann, at mál verða viðgjørd eins. Men í úrskurðinum stendur eisini, at tað suverent er upp til Kappingarnevndina at gera av, hvørji mál skulu takast upp til viðgerð sambært grein 39 í kappingarreglunum. Hetta tí HB í síni hoyring í málinum gjørdi vart við, at tey mettu tað sum ivasamt, at talan var um í serligum førum, tá málið á fyrsta sinni varð tikið upp.
Við at nýta orðinina »taka atlit til« sleppur Dómstólurin sjálvandi undan, at tey beinleiðis krevja, at hini bæði málini verða tikin upp sambært grein 39. Men tað ber hinvegin illa til hjá Kappingarnevndini, at hava atlit til hesi mál, uttan at tey verða viðgjørd.