Blása á siðvenjuna

Nýggju almennu stjórarnir blása á alt, sum hevur verið siðvenja í fyristitingini. Teir gera, sum teimum líkar best, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag

Edvard Joensen


Lønardeildin í Fíggjarmálastýrinum noktar blankt at gjalda eftirløn til tvær vaskikonur hjá Toll- og Skattstovuni í Vágum. Tað hevur annars verið siðvenja, at tað almenna hevur fylgt sáttmálunum á privata arbeiðsmarknaðinum, tá talan er um fólk, sum arbeiða hjá tí almenna. Tað hevur verið galdandi fyri bæði landsstovnar og kommunur.

Málið snýr seg um, at Lønardeildin ikki vil gjalda tvey prosent eftirlønargjaldið til tvær vaskikonur, sum arbeiða tímaløntar hjá Toll- og Skattstovuni í Vágum. Hóast hetta verður gjørt á øðrum økjum hjá sama stovni, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

Eftirlønarskipanin byrjaði í 1997, og tá var okkurt smávegis gníggjarí í Vága Øki. Síðan hendi tað, at tey fólkini, sum tá vaskaðu á stovninum góvust. Tá so nýtt fólk kom, var semja um, sigur Ingeborg Vinther, at hetta skuldi avgreiðast eftir verandi siðvenju.

Toll- og Skattstovan lovaði tá bæði bót og bata, og eingin ivi skuldi vera um, at her skuldi gjaldast bæði til eftirløn og lívstrygging, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

Men nú eru komin harraboð úr Fíggjarmálastýrinum, har sagt verður, at einki verður goldið, tí Føroya Arbeiðarafelag hevur ongan sáttmála um størvini.

Men líka mikið, um nakar undirskrivaður sáttmáli er ella ikki, er talan her um sáttálabrot, sigur Ingeborg Vinther. Tí tað almenna hevur við at halda eina siðvenju í hevd í trífjórðingsøld bundið seg til sáttmálan hjá Føroya Arbeiðarafelag.


Nýggjur trupulleiki

Bæði landið og kommunurnar hava bundið seg til at halda galdandi sáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinum, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Og tað hevur altíð verið hildið, líka til nú, sigur hon.

Ingeborg Vinther sigur, at nú nýggir leiðarar eru komnir á almennar stovnar, er ein nýggj tíð eisini byrjað í fyrisitingini. Tað verður blást á alt, sum hevur verið siðvenja, síðan Føroya Arbeiðarafelag varð stovnað fyri skjótt 75 árum síðan, sigur formaðurin.

Hon vísir á, at tað er altíð lættast at fara eftir teimum, sum minst formáa sær. Soleiðis er eisini hesaferð.

Nú eru tað tvær vaskikonur, sum skulu knúlvast, tí leiðarin á Lønardeildini sigur, at eingin sáttmáli er, hóast sáttmálin hevur verið praktiseraður í meira enn ein mansaldur.

»Hetta er heilt nýtt í okkara verð«, sigur Ingeborg Vinther. »Men teir sleppa ikki so, tí teir hava við siðvenjuni góðtikið, at sáttmálin skal haldast, og tí fara vit at stríðast fyri.«

Ingeborg Vinther sigur, at tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki við almennu stovnunum, uttan Toll- og Skattstovuni. Hon nevnir stovnar sum Landsverkfrøðingin, Føroya Tele, SEV og Strandferðsluna. Har hava ongantíð verið nakrir trupulleikar við at halda eina avtalu, sigur hon.

Hví hesin trupulleikin nú skal vera á Toll- og Skattstovuni, dugir Ingeborg Vinther ikki at skilja. Har hevur borið til at arbeitt eftir sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag fyrr, vísir hon á.

Men nú eru nýggir tónar komnir á Fíggjarmálastýrinum, sigur Ingeborg Vinther.


Munur er á

Ingeborg Vinther sigur, at í Føroya Arbeiðarafelag standa tey púra býtt. Tí samstundis sum Fíggjarmálastýrið noktar at gjalda tvey prosent í eftirløn til tvær vaskikonur, sum fáa eina tímaløn upp á kr. 80,17, leggur løgmaður uppskot fyri Løgtingið um at hækka sína egnu og landsstýrismannaeftirlønirnar við 60-70 prosentum.

Ingeborg Vinther heldur tað vera løgið, at ein landsstýrismaður skal vera so nógv meira verdur enn vaskikonan.

Landsstýrismaðurin skal hava kr, 26.000 um mánan, sum er fleiri ferðir ta fullu lønina hjá vaskikonuni.

»Eg haldi, at skommin nú er fullkomin«, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

Har er einki eftir, sum eitur menniskjansligheit, heldur Ingeborg Vinther, sum sigur seg hava tosað við nógv fólk, sum beinleiðis skammast av teimum, sum ráða landinum.

Boðini um, at eingin eftirløn skuldi gjaldast vaskikonunum, komu frá Lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum.

Leiðarin á Lønardeildini, Tummas Magnussen, var ikki at hitta, tá roynt varð at fáa viðmerking frá honum. Og hóast annar maður hevur skrivað undir brævið, sum Føroya Arbeiðarafelag hevur fingið, fekst eingin at siga nakað um málið.