Fríggjadagin og leygardagin verður árliga Musikkstevnan í Løkshøll í Runavík.
Talan er um 47. musikkstevnuna, sum hevur verið á hvørjum ári síðani 1966.
Í ár er tað Nes Sóknar Musikkfelag, sum fyllir 50 ár í ár, sum er vertur fyri stevnuni.
Á musikkstevnuni koma blásiorkestur kring landið saman at spæla fyri hvørjum øðrum og almenninginum.
Fyri blásiorkestur er musikkstevnan ársins hæddarpunkt, sum orkestrini venja miðvíst til í fleiri mánaðir.
Stevnan er skipað soleiðis, atr fríggjadagin, Dýra Biðidag, klokkan 15, verður konsert við 13 ungdómsblásiorkestrum úr øllum landinum og leygardagin klokkan 15 fara tey átta orkestrini fyri vaksin at hava konsert.
Tey eru sjey hornorkestur og eitt harmoniorkestur.