Blása jólini inn í Klaksvík

Nú jólini eru í hondum, verður árliga jólakonsertin hildin í Christianskirkjuni í Klaksvík. Í ár hevur Klaksvíkar Hornorkestur, sum hevur skipað fyri konsertini í mong ár, fingið Jóhan Mortensen úr Runavík á skránna. Nýskrivaða verkið, ið er skrivað til kór og tónleikarar, varð frumframført í Fríðrikskirkjuni á Toftum síðsta sunnudag.

Á skránni er nýskrivaður tónleikur, ið verður framførdur av kórinum hjá Jóhan saman við tónleikarum. Sum vanligt verður eisini horntónleikur og felagssangur á skránni.

Klaksvíkar Hornorkestur setur sjálvsagt eisini sín dám á jólakonsertina við kendum jólaløgum og sálmum.

Konsertin, sum altíð er væl vitjað, verður sunnukvøldið kl. 20.