Hornorkestrini í landinum stevna til Vestmanna um vikuskiftið. Árliga musikkstevnan, sum síðan 1966 hevur verið hildin dýra biðidag, verður í ár í Vestmanna. Men hesaferð verður hon hildin í tveir dagar.
Í ár fer musikkstevnan at byrja við skeiði dýra biðidag og halda fram við konsertum leygardagin. Tað verða ein norðmaður og ein breti, sum fara at halda skeið fyri føroyskum hornblásarum i tí tyngra endanum dýrabiðidag.
Atli Petersen, leiðari hjá Vestmanna Hornorkestri, ið skipar fyri musikkstevnuni í ár, sigur, at tað eru norðmaðurin Erik Gjerdevik, sum fer at undirvísa føroyskum tubablásarum saman við bretanum David Childs, sum fer at undirvísa euphonium og baritone spælarum. Verkskeiðini enda við konsert fríggjakvøldið. Konsertin verður hildin í Vestmanna skúla klokkan 19.00, har teir báðir undirvísararnir verða solistar. Eisini fer felagsorkestrið hjá Vestmanna Hornorkestri og Sørvágs Tónleikarafelag at luttaka á konsertini saman við Martini Pollard, pianisti, og Føroya klarinettorkestri.
Vanliga musikkstevnukonsertin verður í ítróttarhøllini leygardagin 8. mai klokkan 14.00. Gunn Joensen, borgarstjóri í Vestmanna, fer at seta musikkstevnuna 2004
Orkestrini sum verða við í ár verða Vestmanna Hornorkestur, Sørvágs Tónleikafelag, Tvøroyrar Hornorkestur, Nes Sóknar Musikkfelag, Fuglafjarðar Hornorkestur, Klakksvíkar Hornorkestur, Havnar Ungdómshornorkestur, Havnar Hornorkestur og Harmoniorkestrið G.H.M, sigur Atli Petersen.
Í ár eru føroyingar í teirri støðu, at vit eiga ein europameistara í hornblástri. Tað er Havnar Hornorkestur, sum fyri eini viku síðan vann sær tann stóra heiðurin í kapping í Skotlandi.
Havnar Hornorkestur fær sum eitt slag av viðurkenning nøkur smávegis serrrættindi á musikkstevnuni í ár. Nevniliga, at orkestrið sleppur at vera eitt sindur longri á pallinum, enn hini orkestrini, soleiðis at áhoyrarnir fáa møguleika at hoyra meginpartin av skránni, Havnar Hornorkestur vann europeisku kappingin í Skotlandi við, sigur Atli Petersen.
Fríggjadagin og leygardagin er eisini ein framsýning við instrumentum í skúlanum í Vestmanna. Tað eru fyritøkurnar Yamaha og The Music Group, sum hornblásarar betur kenna undir gamla navninum Boosey & Hawkes, sum fara at sýna fram instrument, tey hava at bjóða.