Blørumaðurin fingið stillað diagnosu

Chandra Wisnu – betri kendur sum »Bubble Skin Man« - hevur í 25 ár roynt at funni út av, hvussu hann kann gerast frískur av undarligu sjúkuni, hann dregust við.

Wisnu er vorðin kendur, ikki bara í økinum í Indonesia, har hann býr, men um allan heimin. Um allan kroppin hevur hann smáar góðartaðar blørur, ið mest minna um plastboblur.

Men nú hevur Chandra Wishnu so fingið stillað eina diagnosu. Amerikanski dermatologurin, Anthony Gaspari frá Maryland, heldur seg nú vita orsøkina til sjúkuna, skrivar The Huffington Post.

Sambært húðlæknanum er talan um eitt ófatiliga sjálsamt dømi um húðsjúkuna, Neurofibromatosis typa 1 (NF-1), sum kemst av arvaligum genfeili, sum sæst aftur í hesum góðartaðu blørum.

Sjúkan rakar ein út av 2500, men so at siga ongantíð í so ekstremum føri sum hjá Chandra Wisnu.

Tað finnist tó eingin lekidómur fyri sjúkuni, men kortini verður hildið, at diagnosan á sín vís kunnu lætta um gerandisdagin hjá blørumanninum. Ikki minst nú tá børnini hjá Chandru Wisnu byrja at vísa somu symptomir.

Tí sambært Anthony Gaspari finnast viðgerðir, sum kunnu forða sjúkuni at útvikla seg at gerast líka ring sum hjá pápanum.

Tann nú 57-ára gamli Chandra Wisnu var 19 ára gamal, tá sjúkan byrjaði at gera um seg, og 32 ára gamal var ryggurin avtikin av blørum.

Hildið verður, at tað er sama sjúka, sum Joseph »John« Merrick, betri kendur sum »Elefantmaðurin« hevði.