Blá og grøn upphiting

Hondbóltur: Bæði Neista- og Kyndils-fólk leggja nógv fyri, nú manslið teirra skulu spæla FM-finalurnar, sum gera av, hvør verður føroyameistari í manshondbólti. Og undan fyrstu finaluni, sum verður í morgin, verður bæði blá og grøn upphiting.
Neistafólkini hittast í Neistarúminum í morgin klokkan 15, har hitað verður upp við andlitsmáling, sangi og góðum stemningi, og ætlanin hjá fyrireikarunum er, at øll skulu verða í bláum.
Hálvan tíma seinni, klokkan 15.30, møta Kyndilsfólkini í Bowlinghøllini, har andlitsmáling eisini er á skránni, umframt at hitað verður upp við Kyndils-tónleiki.
Hóast tað fyrst og fremst er á hondbóltsvøllinum, dysturin verður spældur og vunnin, er hugaligt at síggja, at áskoðararnir eisini fara at gera sítt til, at talan verður um ein minst líka góðan dyst uttan fyri strikurnar.