Kinna Poulsen
Á nýggju stóru framsýningini í Listahøllini, sum bæði er afturlítandi, men sum eisini inniheldur nýggjari verk, uppliva vit ein fjølbroyttan og ein so mikið áhugaverdan og øðrvísi Trónd Patursson, at ummælarin í stundini breyt summarfrítíðina av fyri eina løtu at sessast framman fyri telduna fyri at skriva hesi orð. Tað er í grundini longu, tá tú ert á veg inn í framsýningarhølini, tú fært varhugan av, at standa á gáttini til okkurt serligt. Gløðandi guli glasmálningurin, ið hongur fyri vindeygað við inngongdina litar ljósið gylt og gevur eina hálvaskýming, sum saman við bláu ljósrípunum í framsýningarrúminum, stemmar sinnið til hátíð sum vóru vit á veg inn í ein náttúrunar katedral.
Glas og málningar
Tað er ikki so lítið skilaleyst at sammeta glaslist við málningar, men í samlaða verkinum hjá Tróndi havi eg áður tikið málningarnar framum og kemst hetta m.a. av, at glasið hevur lyndi at gerast so ómetaliga vakurt. Hesin vakurleikin kann, óansæð hvussu sublimur hann í roynd og veru er, tykjast eitt sindur eindimensionellur í longdini. Tó er eisini glaslistin á hesari framsýningini fjølbroyttari enn vit hava upplivað tað hjá honum áður og nøkur glasverk skara veruliga framúr.
Ultramarint dánilsi
Tróndur er ógvuliga tilvitaður um sansaliga árinið, sum hansara litsterku myndir hava á áskoðaran, sum næstan fær dánilsi av at stara at teimum. Ofta eru myndirnar eisini monumentalar og hevur hetta við sær, at tær hava eitt beinleiðis likamligt árin á áskoðarin, ið, allur sum hann er, kennir seg søkka inn í myndirnar; hetta er eitt nú galdandi fyri ta stórslignu gulu myndina á framsýningini. Sum kunnugt hevur Tróndur serliga dyrkað tann ultramarinbláa litin, sum hann roynir at fáa so ljóssterkan sum yvirhøvur gjørligt. Hetta er eisini grundin til, at hann brúkar tempera, tá hann málar og ikki olju. Tí tempera er meira matt enn olja og hetta ger, at litkornini sleppa framat eyganum uttan at ørkymlast nakað serliga av endurskini. Málningarnir við djúpbláu grundini og mattsvørtu átekningini blíva við at hugtaka við teirra serstøku kompositión og gjøgnumhugsaðu átekningini av vertikalum og horisontalum formatiónum, ið eins og flóta omaná og økja um dýpdina ella mynda eina forðing millum áskoðaran og bládýpi aftanfyri. Víst eru hesir málningar í lýsandi bláum, grønum og gulum litum bæði dekorativir og ekspressivir, men fyrst og fremst eru teir hugskotsgrundaðir og kontemplativir og teir bestu av teimum, blívur tú ikki liðug at grunda yvir. Løgna UFO-kenda kúpan, sum liggur á gólvinum við ljósi innií, er sambært blogguni hjá Birgiri Kruse úrslitið av einum óhappi í brenningini. Men hon er eisini fagurfrøðiliga sæð sera ólík restini av framsýningini. Tó at hansara list í mongum førum er stórsligin og hátíðarlig er Tróndur Patursson sjálvur merkiliga lítið sjálvhátíðarligur eisini í mun til vandan fyri at miseydnast. Hetta sóu vit í kitschkenda Vertshúsinum (hetta var ein barokk, dionysisk totalinstallatión í vertshúsinum við Sjónleikarhúsið, ið lat aftur fyri nøkrum árum síðani. Vertshúsið var 100 % originalt og finst ikki nakra aðra staðni í heiminum. Um nakað, skuldi tað verið latið uppaftur í upprunaligum líki – kanska ein uppgáva, sum kundi komið inn undir sera sympatisku roynd Býráðsins at fáa lív aftur í miðbýin í Havn).
Glas við kanti
Størsta upplivingin, sum undirritaða hevði á framsýningini, kom heldur óvæntað av teirri stóru glasinstallatiónini við hangandi glasskulpturum, sum eg í sunnudags- og frítíðardølskni heldur fyrilitarleyst gekk meg inní, men so skal eg líka lova fyri, at eg vaknaði. Avlongu glaspettini skyggja í ymiskum litum í sólarljósinum, merkt av sansaligum vakurleika og ólikamligum lættleika, samstundis sum ein øgilig tyngd er yvir hesum hvøssu, vaggandi glasflakunum, ið eru hongdir upp í rustaðu bjálkarnar undir loftinum í Listahøllini, sum veruliga er ein ómetaliga vælhóskandi, ráur karmur kring verkini hjá Tróndi. Assosiatiónirnar, sum hesir glasskulpturar vekja, eru nógvar og fevna ómetaliga breitt frá sansaligum náttúrufyribrigdum til hangandi líkini í Strange Fruit, sum Billie Holiday sang um á sinni, og aftur til hesa grundleggjandi kensluna av at vera úti á kantinum, at missa ondina og at detta í einum fríum falli, sum ongantíð heldur uppat.
Lívsins landslag
Framsýningin hevur fingið heitið Lívsins landslag og í tekstinum, sum Inger Smærup Sørensen hevur skrivað á katalogblaðið, stendur m.a., at verkini hjá Tróndi, umframt at snúgva seg um at einfalda náttúruupplivingina, ella naturalistisku náttúrulýsingina til ekspressiva abstraktión, snúgva seg um eina óendaliga dýpd. Hesin tekstur er stuttur, men sera greiður og hugvekjandi. Fyri tygara ummælara hevur tað ongantíð áður staðið so klárt, at hóast náttúran er umráðandi í mun til íblástur og skapanartilgongd sum heild hjá listamanninum í Kirkjuø, er veruliga styrkin við hansara listaverkum, at hesi verk nettupp ikki nýtast at vera fatað í einum naturalistiskum, ella lokalgeografiskum høpi. Í staðin kunnu hesi verk tulkast sum tilveruligar útsagnir við einum universalum boðskapi, ið kann hava eins stóran tydning fyri íbúgvar í Hong Kong ella New York sum fyri okkum, sum búgva her á landi.
Framsýningin Lívsins landslag verður at síggja í Listahøllini á Tórshavnar Skipasmiðju inntil 16.august 2009.
----------
Yrking, sum Rói Patursson bar fram, tá framsýningin varð sett
vælkomin til
Framsýningina hjá Trónda nítjanda juli í árinum tjúguhundrað og níggju.
Stundum skilji eg litirnar lætt og líkatil.
Men so við eitt er alt sum læst og lokað.
Stundum er upplýst hvørt myrkursgil.
Men so er leiðin aftur tann tjúkka toka.
Í sjónini er ein egin máttur.
Í skili og kenslu ein egin sangur.
Í skugganum ein egin dráttur .
Í glasinum ein bláur klangur.
Vatnið kann avmarkast til H2O
og lapis lazuli til ein kemiskan formil,
men listin er óendalig bæði so og so
har finst eingin evsti formil.
Hon búsetist við egnum lógum.
Tað grør undir spyrjandi fóti.
Vit sóknast eftir kendum slóðum,
men listin spyr bara afturímóti.
Í hesi høll glampar hann væl
ultramarini dropin
(Her sigldi eg á eina tankafles:
Hóast um listaklandur eg ei skal røða
so er Skipasmiðjan ein onnur søga,
og við Múrin er undantaksstøða.
Hetta var ein parantes)
Men sum sagt: Í hesi høll skyggir hann væl
ultramarini dropin.
Kvinnur og kallar gangið fram í sal
nú Tróndur aftur er lopin
úr mimesis og expressiónum.
Við hesum er framsýningin opin
í øllum dimensiónum.










