Eftir summarsteðgin í fjør varð soppur staðfestur í elsta parti av Skúlanum á Ziskatrøð. Seinni ynskty skúlans leiðsla og skúlastyrið, at hesin partur av skúlanum varð tikin niður.
Samráðingar vóru við býráðið í Klaksvík um hetta, og neyðugur peningur avsettur til endamálið.
P/F Norðhús, sum stendur fyri niðurtøkuni, valdi at bíða við hesum arbeiði til summarsteðgin. Nú eru vindeygu, hitarør og aðrar installatiónir tiknar úr, og síðani verða timbur og loft tikin niður, so bert beton stendur eftir at taka niður.
Niðurtøkan, burturbeining og afturgerð av lendi er ætlað at verða liðugt fyri skúlabyrjan í august.
Jógvan Skorheim, virkandi borgarstjóri, fegnast um, at hesin parturin av skúlanum nú verður tikin niður. Hetta tí hann ikki er í tíðarhóskandi standi.
- Ætlanin er at byggja nýggjan skúla og verður farið undir at skipa hetta arbeiðið eftir summarsteðgin, sigur virkandi borgarstjórin, Jógvan Skorheim við klaksvik.fo.