Jákup á Borg spældi sín A-landsdyst nummar 50 fyri Føroyar leygardagin. Umframt at fáa gullnál fyri hetta, varð Jákup eisini heiðraður av FSF-forsetanum, sum hevði eitt stórt blómutyssi við sær á vøllin. Í fótbólti er tað tó altíð næsti dysturin, sum telur, og tí fór Jákup longu leygarkvøldið undir fyrireiking til dst nummr 51, sum verður á Svangaskarði mikudagin. Men fyrst var tað heimafronturin, sum stóð á skránni, tá frídagurin sunnudagin varð nýttur til at halda føðingardag hjá soninum, Fríða.