Blómur og fagnaður til Stjørnur

Kvinnuliðið hjá Stjørnuni fekk eina stóra móttøku á ferjuleguni í Klaksvík leygarkvøldið, tá tær komu aftur úr Vági við meistaraheitinum í skjáttuni. Ein harður og krevjandi dystur, sum tær vunnu 26-24

Klaksvík:
Nevyan var Dúgvan komin um pollin leygarkvøldið, tá tær fyrstu rakettirnar fóru upp í loft. Og allan vegin inn eftir vánni dundi fýrverkið millum fjøllini, so tað næstan var sum nýggjársaftan.
Umborð á Dúgvuni stóðu eitt ovurfegið kvinnulið hjá Stjørnuni saman við venjara og viðhaldsfólki og veittraðu til ta stóru mannamúgvuna, sum var komin at taka í móti í øllum regninum.
Fólk vóru ovurfegin, tí tað eydnaðist Stjørnuni at vinna á VB, sum var einasta liðið, sum kundi taka meistaraheitið frá Stjørnuni.
Dysturin var harður og strævin, og VB lá á odda meginpartin av honum. Men seinastu tíggju ella fimtan minuttirnar tók Stjørnan dyk á seg og megnaði at vinna dystin við tveimum málum. Og harvið var meistaraheitið tryggjað, og kunnu kvinnurnar í Stjørnuni nú kalla seg greipuvinnarar.
Hornorkestrið spældi ein marsj og menn stóðu við neyðblussi í hondini, tá rampin fór niður á Dúgvuni. Men har vóru ongir leikarar. Einans ferðafólk, sum ikki vistu, um tey skuldu fara í land ella ikki. Tað gekk ein løta, áðrenn Stjørnuliðið kom, men fagnaðurin var stórur, tá tær so komu gangandi í land.
Bilarnir umborð máttu so tolnir bíða, til øll mannamúgvan hevði flutt seg, men tað hevur neyvan verið nakar trupulleiki kortini. Tí, sum ein av fyrireikarunum til móttøkuna segði:
» Tað er so hugaligt at ringja runt, tá ein fyrireikar slíkt. Onki er nakar trupulleiki, og alt ber til eftir stuttari løtu«

KÍ høllin
Stjørnan hevði skipað fyri einari móttøku í KÍ høllini, og øll mannamúgvan fór beinleiðis frá ferjuleguni niðan í høllina, har leikararnir fingu blómur handaðar frá forkvinnuni í mentanarnevndini í Klaksvíkar býráð, Jórun Høgnesen.
Síðani gingu fólk og prátaðu eina løtu, áðrenn hvør fór til sítt. Ein smakkiroynd upp á tað, sum fer at henda komandi leygarkvøld, til heiðurs fyri føroyameistararnar. Tí enn er ein dystur eftir, og gullkrónurnar og steypið koma ikki til Klaksvíkar fyrr enn komandi leygardag. Og tá verður, sum skilst, eitt brak.
Liðskiparin Una Olsen segði, at tað var ómetaliga stuttligt at koma aftur til eina slíka móttøku.
? Men vit hava ein dyst eftir, so tað er onki við at taka tað róligt nú fyri tað, um meistarheitið er komið, segði hon.
Seinasti dysturin hjá Stjørnuni í hesum kappingarárinum verður leygardagin í KÍ høllini, tá tær taka ímóti Neistanum.