Blómumegi í vikuskiftinum

Komandi leygarkvøld spæla FlowerPower til dans í Mentunarhúsinum Tað eru Magnus Jacobsen og Jónsvein Eliasen úr bólkinum Absurdy Fair, ið manna FlowerPower saman við Jákupi Olsen úr Kíkum og húskallinum Kaj Johannesn.

 

Bólkurin við tí sera hóskandi heitinum spælir dansitónleik frá 60?unum og 70?unum. Løg hjá Procol Harum, 10CC, Pilot, Beatles, Elton John, Eric Clapton, Shadows verða lánd hetta kvøldið og spæld í Mentunarhúsinum í Fuglafirði.

 

Ein skal av við 120 kr. og samstundis vera yvir 18 ára gamal fyri at koma inn.