Løg fyri floytu. Við nýggja heftinum fáa føroysk børn høvi at venja seg við "føroyskan tóna", sum vit serliga hoyra í skjaldrum, kvæðaløgum og sálmum.
Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út Blómubros, ið er savn við føroyskum løgum skrivað niður á nótablað og løgd til rættis fyri floytu. Andrea Heindriksdóttir, lærari í floytu í musikkskúlaskipanini, hevur lagt heftið til rættis. Blómubros er fyrst og fremst ætlað til tónleikaundirvísingina í musikkskúlaskipanini. Vónin er, at lítla lagasavnið verður góður stuðul í dagligu undirvísingini og til framførslur.
Útlendskar ljóðførisskúlar umfata barnasangir og fólkaløg úr upprunalandinum. Ofta verður svenskt, danskt og enskt tilfar nýtt í musikkskúlaskipanini. Føroysk børn venja seg tí frá byrjan við ein "fremmandan tóna". Við nýggja heftinum fáa føroysk børn høvi at venja seg við "føroyskan tóna", sum vit serliga hoyra í skjaldrum, kvæðaløgum og sálmum.
Í Blómubros eru 26 løg. Løgini umboða ymsar partar av føroyskari sangmentan. Her eru skjaldur, kvæða- og vísuløg, eldri og yngri barnasangir og nøkur gomul føroysk sálmaløg - kingoløg. Løgini eru í summum førum skrivað í tveimum tónasløgum, fyri næmingar á byrjanarstøði og fyri næmingar, ið hava ein ávísan førleika. Eisini eru fleiri løg løgd til rættis fyri 3 floytur, og upp aftur onnur hava klaverfylgispæl, sum klavernæmingar, ið eru komnir nakað ávegis, eru førir fyri at spæla. Sangtekstirnir eru prentaðir aftast í heftinum.
Atli K. Petersen hevur skrivað nótarnar. Astrid MacDonald hevur myndprýtt heftið. Grafikstudio hevur gjørt permuna, og Einars Prent hevur prentað.
Blómubros er 46 blaðsíður og kostar 98 krónur. Lítla lagasavnið fæst í bóka- og tónleikabúðum um alt landið.









