Blómandi handilslív í Runavíkarøkinum

Runavíkar kommuna hevur eitt ríkt handilslív á eystara armi á Skálafjørðinum - eitt handilslív, sum hevur stóra ávirkan á býarlívið Handlarnir, sum eru partur av Handilsmiðdeplinum í Runavíkar kommunu, hava sæð tað sum ógvuliga týdningarmikið, at teir marknaðarføra seg í felag.

Einir 50 størri og smærri handlar eru á eystara armi á Skálafjørðinum. Av hesum eru umleið 30 limir í Handilsmiðdeplinum.

Í Runavíkar-økinum fært tú at kalla alt, sum tú hevur brúk fyri, og Handilsmiðdepilin skipar regluliga fyri longum leygardøgum, sum vanliga er fyrsti leygardagur í hvørjum mánaði.

Soleiðis hevur Handilsmiðdepilin eisini langan leygardag í dag.

Eitt av afturvendandi tiltøkunum er ?open by night?, og í gjár høvdu handlarnir opið langt út á kvøldið.

Handilsmiðdepilin gevur út felags blað við lýsingum av ymiskum slagi, og miðdepilin er altíð við, tá skipað verður fyri stórum tiltøkum í økinum.

Nú Mentanarvika er í Runavíkar-økinum í dag og í morgin aftrat, er Handilsmiðdepilin eisini við.

Soleiðis skipa einstakir handlar í økinum fyri onkrum smærri tiltøkum í dag.