Blákrossheimið flytur út á Nes

Bláikrossur hevur í eina tíð arbeitt við at fáa bygt eitt nýtt viðgerðarheim, ístaðin fyri tað sum liggur í Havn. Nú er eitt byggibúgvið grundøkið fingið til vega frá Nes kommunu, samstundis sum fleiri kommunur hava avgjørt at stuðla byggingini

Nes: - Vit fegnast um stuðulin, sum vit hava fingið frá bæði smærri og størri kommunum, sigur Hjalmar Hansen, aðalskrivari í Bláa Krossi.

Samstundis sum hesin fráhaldsfelagsskapurin hevur arbeitt við tekningunum til nýggja viðgerðarheimið ovarlaga á Nesi, hevur verið arbeitt við fíggingini.

Hetta hevur millum annað verið gjørt við eini áheitan á allar kommunurnar í landinum um at veita stuðul til byggingina, sum væntandi fer at liggja um einar 10 mió krónur.

Umboð fyri Bláa Kross hava haraftrat havt fundir við tær flestu av teimum størru kommunum, har ætlanin er løgd fram.

- Móttøkan, sum vit hava fingið hevur verið sera góð, sigur Hjalmar Hansen. 


Blái Krossur hevur higartil fingið játtan um stuðul frá seks kommunum. Men ikki er óvist, at enn fleiri fara at veita teimum stuðul.

Hesar seks kommunurnar eru: Skúvoy, Funningur, Leirvík, Sjóvar, Runavík og Porkeri.

Haraftrat hevur Nes kommuna latið felagsskapinum eitt omanfyri 2000 fermetrar stórt grundøki til ætlanina. Ein gáva sum helst er verd upp ímóti 1 mió krónum.

- Hetta eru vit, sum vera man sera takksom fyri, sigur aðalskrivarin í Bláa Krossi, Hjalmar Hansen.

Einki verður kortini sagt um, nær nýggja Blákrossheimið kann standa liðugt.

Í serstaka Eystanstevnublaðnum komandi mikudag, hyggja vit nærri eftir hesi ætlanini