Blákrossbúðin letur upp í nýggjum hølum

Mánadagin 3. desember letur Blákrossbúðina í Havn upp í nýggjum hølum. Tað verður tó ikki langvegis, ið handilin flytur. Blái Krossur hevur nevniliga keypt bygningin á Niels Finsens gøtu 20, har barnahandilin Bamsan hevur hildið til í fleiri ár, og sum einans er eitt steinkast frá núverandi Blákrossbúðini.


Dyrnar í nýggju hølunum lata fyri fyrstu ferð upp kl. 15.00, og í hesum sambandi verður almenn móttøka frá kl. 15.00-17.00.


Tað var fyrr í ár, at Blái Krossur Føroya keypti rúmliga bygningin, har barnahandilin Bamsan helt til í fleiri ár, og síðan hevur verið arbeitt miðvíst við at gera hann til reiðar at hýsa virkseminum hjá Blákrossbúðini.


Nú er klárt, og tískil flytur Blákrossbúðin stutta teinin úr Kongagøtu, har búðin hevur hildið til í umleið 20 ár, og yvir í N. Finsensgøtu.


Bygningurin hevur fýra hæddir og telur umleið 600 fermetrar. Sølubúðin heldur til á gøtuhæddini, meðan 2. hædd verður brúkt til at taka ímóti og skilja stóru nøgdina av klæðum, ið alsamt verður latin Blákrossbúðini.


Orsøkin til flytingina er fyrst og fremst plásstrot, og virksemið hjá Blákrossbúðini fer at líkjast sær sjálvum – bara í betri umstøðum. Rúmligi bygningurin gevur eisini møguleikar til annað virksemi, og tað liggur í kortunum, at kjallarin skal brúkast til eitthvørt ungdómsarbeiði, upplýsir felagsskapurin í tíðindaskrivi.