Gjáramorgunin var Ritan á Kirkju, og tá komu fólk oman at taka ímóti og hóvu manningini heita dunnu, rís a la mande og annað gott Týskvøldið var jólahald fyri fólkunum í báðum bygdum í Fugloy, og tá ið Ritan var á Kirkju gjáramorgunin, komu fólk oman at bera manningini á Rituni jólamat.
- Vit kundu tíverri ikki vera við til haldið, tí vit sigldu. Tey eru ótrúliga fitt og blíð og leska okkum ofta við onkrum, sigur Poul Sivar Olsen, skipari á Rituni.
Í dag var ikki veður hjá Rituni at fara til Fugloyar. Væntandi verður landnyrðingur komandi dagarnar, og um so verður, ganga dagar, áðrenn Ritan aftur fer til Fugloyar.
Landnyrðingur er eisini vánalig ætt í Svínoy.