Tað hevði verið eitt stig rætta vegin, at miðlarnir aftur loyvdu dulnevndum lesarabrøvum. Tað heldur kendur journalistur. Blaðstjórin á Sosialinum heldur tað verða eitt gott hugskot. Øssur Winthereig sigur í Sosialinum, sum kemur í sølubúðirnar seinnapartin, at tað í summum førum hevði verið gott fyri almenna kjakið at loyvt dulnevdum lesarabrøvum framat.
- Føroyskir miðlar brúka ofta dulnevndar keldur. Hvør er munurin á dulnevdum lesarabrøvum og dulnevndum keldum, spyr Øssur Winthereig og leggur aftrat.
-Um ein álítandi kelda greiðir dulnevnd frá, hvat veruliga er hent við miðnámsskúlanum í Hovi, so skal tað sjálvsagt vera pláss fyri tí. Tað hevði verið eitt stig rætta vegin, sigur Øssur Winthereig.
Ábyrgdarblaðstjóin á Sosialinum, Eirikur Lindenskov sigur, at tað er ikki óhugsandi, at Sosialurin aftur fer at loyva dulnevndum lesarabrøvum, hóast tað er 13 ár síðani, at Sosialurin steðgaði allari prenting av dulnevndum lesarabrøvum.
-Tað kann hava sínar fyrimunir at loyva dulnevndum lesarabrøvum, men skal Sosialurin taka tað upp aftur, so verður tað undir skipaðum viðurskiftum, sigur Eirikur Lindenskov.
Tað merkir sambært blaðstjóranum, at redaktiónin á Sosialinum skal hava eftirlit við og sortera ímillum hvørjar greinar verða loyvdar og ikki.