Bløðini restina av árinum

Jólini nærkast og tað fer so eisini at merkja bløðini, sum eftir eru.

Vit hava á hvørjum ári hesi seinastu árini gjørt rættiliga fitt burtur úr jólahaldi og jólatilfari sum heild. Og tað gera vit aftur í ár. Saman við vanliga vikuskiftisblaðnum, sum kemur út jólaaftan, verður eitt stórt jólablað við hópi av jolalesnaði og øðrum tilfari, sum er gott at hava til at taka allar jóladagarnar.

Millum jól og nýggjár koma vit út sum vant hvønn gerandisdag.

Í seinasta blaðnum fyri nýggjar verður tikið samanum tað, sum er farið fram í árinum. Tað verður á ítróttarøkinum men eisini innan samfelagsmál og annnað, sum hent er.

Tit, sum skulu hava tilfar og lýsingar í blaðið hesar seinastu útgávurnar fyri nýggjár, latið okkum tað í góðari tíð.

Sosialurin