Bløðini lovprísa Leicester City

Tað er ikki mark fyri hugflogi, tá bløð skulu finna eina yvirskrift til ótrúliga stóra ævintýrið

Í Onglandi er semja um, at sigurin hjá Leicester er størsta ítróttarbragd nakrantíð, og staðfest verður, at ongantíð áður hevur nakað ítróttarlið í nøkrum liðítrótti vunnu enska meistaraheitið, sum hevur havt odds uppá heili 5.000 fyri at kunna meistaraheitið.

 

Í býnum Leicester feira tey sigurin enn, og tað gera tey líka til dysturin millum Leicester og Everton á King Power leikvøllinum í Leicester er liðugur leygarkvøldið.

 

Bløð í Onglandi og Italia gera nógv burturúr, og tað er eingin endi á hugflognum, tá yvirskrift og lýsingarorð skulu finnast fyri at útgreina fótbóltsundrið hjá Claudio Ranieri og hansara monnum.

 

Á myndini her sæst ein úrdráttur frá enskum og italskum bløðum. Og sigast má, at yvirskriftirnar eru góðar, stuttligar og hugflogsríkar, og onkur tilgjørd mynd er framúr eisini.