Henda fráhaldsrørslan hevur nevniliga ætlanir at leggja viðgerðarstovn sín uttanfyri Havnina, og hevur á fundi við kommununa sett fram hetta ynskið á Langasandi.
Støðan á Langasandi er hon, at ætlaða økið er útlagt til sethús sambært byggisamtyktini. Sagt verður tó, at í samband við búðstaðirnar ber til at innrætta høli til handlar, onnur vinnuendamál og stovnar, treytað av, at hesi virki ikki eru til ampa ella lýta dámin á økinum sum sethúsabygging.
Sum er, er eingin vegur er til grundøkið. Tekniska umsiting hjá kommununi metir, at vegurin og grundøkið kunnu planerast fyri uml. 1 mill. kr.
Á bygdaráðsfundi í kvøld skal støða takast til hesa umsóknina, sum fíggjarnevndin í kommununi hevur sagt gott fyri.
Ætlanin er eisini, eftir góðum fyrisitingarsiði, at grannarnir í økinum skulu hoyra í málinum, av tí at nýtslan á økinum broytist, um loyvið altso verður givið í kvøld.