Blái Krossur í Seglloftinum

Í kvøld verður eitt tiltak við heitinum ?Rætturin til tað góða lívið? á Seglloftinum á Tvøroyri.

Endamálið er at lýsa støðuna hjá avvarandi hjá rúsdrekka misnýtarum

Í kvøld klokkan 19.30 verður eitt tiltak á Seglloftinum á Tvøroyri. Tiltakið hevur heitið ?Rætturin til tað góða lívið?. Tað er Blái Krossur Føroya, sum skipar fyri.

 

- Ætlanin við tiltakinum á Seglloftinum er at varpa ljós á teir trupulleikar rúsdrekka hevur við sær, ikki fyri misnýtaran, men fyri tey, sum eru um hann - tey avvarðandi. Hvørt tað so er ein maki, børn ella foreldur, so verða tey ávirkað av misnýtsluni hjá misnýtaranum. Hetta kann hava ógvusligar fylgjur á lív teirra.

Vit góðtaka, at mamma og pápi kunnu drekka rúsdrekka. Sum samfelag góðtaka vit, at fólk hava frælsi at drekka - og at drekka seg full. Men við hesum verða vit eisini noydd at hava í huga, at nýtsla av rúsdrekka kann taka tað góða lívið frá teimum nærmastu - teimum avvarðandi, sigur Ásbjørn Berthelsen samskipari í Bláa Krossi Føroya

 

 

Tiltakið á Seglloftinum verður skipað sum ein pallborðsfundur. Við pallborðið sita tvær kvinnur og ein maður, sum hava merkt, hvat tað er at liva saman við einum rúsmisnýtara, á ymiskan hátt ? bæði sum barn og sum maki. Eisini verður umboð fyri Blákrossheimið við pallborðið.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð at hetta tiltakið verður hildið. Tiltakið hevur áður verið í Miðlahúsinum í Havn, og tá var stúgvandi fult av fólki.