Blái Krossur hevur innsavnan í morgin

?Eitt betri lív? er arbeiðsheitið fyri landsinnsavningina hjá Bláa Krossi hesaferð Annað árið á rað, skipar Blái Krossur fyri landsinnsavning, har høvi verður hjá føroyingum at stuðla arbeiðinum hjá Bláa Krossi

?Eitt betri lív? er arbeiðsheitið fyri landsinnsavningina. Í hesum orðum liggur at nóg eru í tørva og kunnu fáa eitt betri lív.

Blái Krossur sigur í tíðindaskrivi, at við at geva eina peningagávu í bússurnar sum vera bornar í húsini í morgin, kunnu fólk verða við til at stuðla arbeiðinum hjá Bláa Krossi, og vera við til at geva øðrum menniskjum møguleikan til ?eitt betri lív?.

Í fjør vóru kr. 530.000 savnaðar inn. Og Blái Krossur vónar, at upphæddin hesaferð verður minst tað sama. Innsavnaði peningurin verður nýttur í fyribyrgingar- og hjálpararbeiðinum hjá Bláa Krossi.

Nakað av tí innsavnaða peninginum fer eisini til ætlanina at byggja eitt nýtt viðgerðarheim á Nesi, soleiðis at bestu umstøðurnar kunnu gevast fyri viðgerð av rústrupulleikum.

Sum partur av altjóða blákrossfelagskapinum, vil Blái Krossur Føroya eisini lata nakað av peningi til systirfelagsskapin í India, har stuðul verður veittur til eina verkætlan millum ?opiumsbørn? Hetta eru børn, sum fáa rúsevni frá tí tey eru pinkubørn, soleiðis at tey eru í frið um dagin, meðan mamman ferð til arbeiðis. Men nógv av hesum børnum uppliva ikki sín 5 ára føðingardag.

Við landsinnsavningini er ætlanin at koma runt alt landið, so at øll fáa møguleika at stuðla. Møguleiki er tí eisini at stuðla við at flyta pening á konto.