Blái Krossur fekk væl meiri inn í ár

Ikki færri enn 630.000 krónur komu inn, tá Blái Krossur fyri einum góðum mánaði síðani hevði sína árligu landsinnsavning til virksemi hjá felagsskapinum.

 

Næstan 400 sjálvboðin gingu leygardagin 7. mai hús úr húsi við bússum og savnaðu pengar inn.

 

Frants Jensen, aðalskrivari, er sera fegin um tað, landsinnsavningin kastaði av sær hesaferð og greiddi á Rás 2 frá, at hetta møguliga er besta úrslitið nakrantíð.

 

Úrslitið er nærum 100.000 krónur betri enn í fjør. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Frants Jensen greiða frá, hvat pengarnir fara til