Bláur Krossur Føroyar fær serliga vitjan í næstum, tá Anne Babb, altjóða aðalskrivarin í felagsskapinum, kemur til Føroyar.
Tað er í samband við árliga fundin hjá blákrossfelagsskapum í Norðurlondum, sum í ár verður hildin í Føroyum í døgunum 6. og 7. juni, at altjóða aðalskrivarin leggur leiðina framvið Føroyar.
Anne Babb er úr Finnlandi, og hevur verið aðalskrivari í Bláa Krossi seinastu fýra árini. Í samband við vitjanina luttekur hon á tveimum møtum í Føroyum. Eitt í missiónshúsinum á Toftum komandi leygarkvøld, og sunnukvøldið í Meinigheitshúsinum í Havn, har hon í orðum og myndum fer at greiða frá tí víttfevnandi arbeiði, ið Blái Krossur ger úti í heimi.