Real Madrid spældi um vikuskiftið málleysan javnleik móti Atletico Madrid. Eitt úrslit, sum hevur fingið spanskar miðlar at skriva, at vinnarin av grannauppgerðini í Madrid var FC Barcelona, sum nú er tíggju stig frammanfyri Madrid feløgini.
Liðskiparin hjá Real Madrid, Sergio Ramos, mátti av vøllinum í hálvleikinum, eftir at hann fekk eitt spark móti andlitinum, tá hann royndi stúta eitt innlegg vekk. Sum sæst á myndini, so fór Sergio Ramos at bløða illa.
- Eg bløði fegin túsund ferðir fyri hesa troyggjuna og hetta búmerki. Takk fyri stuðulin og og eg verið aftur á vøllinum skjótt, skrivar hann á sosialu miðlunum.
FC Barcelona greiddi sín setning leygardagin og vann 3-0 á Leganes. Luis Suarez, sum hevur havt eitt vánaligt kappingarár higartil, skoraði tvey tey fyrstu, meðan Paulinho skoraði tað triðja. Hann hevur nú skotið fýra mál síðani skifti til katalanska felagið.
Komandi vikuskiftið verður toppdystur, tá Barcelona er á vitjan í Valencia, sum liggur á øðrum plássi við fýra stigum færri enn oddaliði.










