Í hesum stevnudøgum ganga hósvíkingar undir egnari húgvu. Henda serliga húgvan er havblá og hevur svarta rond. Eftir rondini stendur við stórum stavum; Hósvíkingur. Húgvusniðið er serstakt. Húgvan gongur ikki uppí spíss, sum vanligt er - hon er snørd saman í erva. Verða hósvíkingar kaldir um hálsin, ber til at loysa snøringina og dríva alt húgvustykki niðurum grúkin at verma hálsin ístaðin.
Falkurin eigur bygdarlitin
Ein søga er aftanfyri bláa húgvulitin.
Fyri árum síðani, varð avgjørt, at kappróðrarbáturin, Hósvíkingur, ið var svartur við hvítarum stokkum og rim, skuldi skifta lit. Báturin gjørdist, eins og gamli kappróðrarbáturin, Falkurin, var, havbláur, meðan stokkur og rim vórðu svørt.
Hetta litskifti gjørdist byrjanin til okkurt størri, tí seinni skuldi litur veljast til kommunuskrivstovuna. Onkur helt fyri á bygdarráðsfundi, hví húsið ikki bara fekk sama lit sum Hósvíkingur, og so varð. Litskiftið á kappróðrarbátinum kom sostatt uppá politiskt støði.
Seinni er eisini skúlin vorðin havbláur.
Tað er handilin, Nálin, ið stendur fyri húgvuframleiðsluni í Hósvík. Hetta er eitt gott hugskot, ið hevur stungist uppá tey á Nálini, tí tað gongur sum eftir ánni at selja bláu húgvuna. Bæði børn og vaksin fara at ganga vælvermd um oyruni á Sundalagsstevnu?