USA
Árni Joensen:
Til tess at venja hundarnar hevur løgreglan nýtt miltbrandbrøv, sum senatorarnir Tom Daschle og Patrick Leahy fingi seinasta heyst.
Eftir at hundarnir høvdu vant seg við, hvat tað var, sum teir skuldu leita eftir, hevur løgreglan latið teir kannað bústaðin hjá fólki, sum hava verið undir illgruna fyri at hava sent brøvini. M. a. vísti tað seg, at hundarnir gjørdust frá sær sjálvum, tá teir kannaðu íbúðina hjá einum manni, sum hevur arbeitt á einari granskingarstøð hjá amerikanska herinum.
FBI hevur hildið eygað við manninum seinastu mánaðarnar, men ein talsmaður hjá løgregluni sigur, at teir kunnu ikki skuldseta mannin, tí teir hava ikki tey neyðugu prógvini ímóti honum.
Sum skilst hevur FBI illgruna til tólv persónar í sambandi við miltbrandbrøvini.










