Blóðgevar hittast í Klaksvík

Fyri góðum 30 árum síðan var áhugafelagið Klaksvíkar Blóðdonorfelag stovnað. Tað hevur ligið stilt í nógv ár, men nú ætlanin at endurstovnað felagið. Á sølustevnu í KÍ-høllini í vikuskiftinum, verður høvi at melda seg til sum blóðgevi

Tað var Petur Waagstein, yvirlækni sáli,sum í síni tíð stovnaði Blóðdonorfelagið í 1957.

Hann skipaði vanliga fyri einum hugnakvøldi eina ferð árliga, har fólk, sum vóru virknir blóðgevara hittust. Síðani datt hetta tiltakið butur.

Nú hava blóðgevar í Klaksvík gjørt av at taka siðin upp aftur, og endurstovna áhugafelagið.

Boðið verður tí til hugnaløtu í Kantinuni á Klaksvíkar sjúkrahúsi hósdagin 19. november kl. 19.

Umleið 250 blóðgevar eru í Klaksvík, men av tí at nógvir sjómenn eru teirra millum, og tað ofta er torført at fáa fatur í teimum, verður nú roynt at fáa fleiri blóðgevar.


Upplestur og kunning

Hugnakvøldið verður við upplestri, har Óli Olsen fer at hugleiða, og Jákup Petersen, yvirlækni, fer at greiða frá um arbeiðið og tað at vera blóðgevi.

Á sjúkrahúsinum í Klaksvík verða nógvar ortopediskar skurðviðgerðir gjørdar, og tað krevur vanliga at nógv blóð er á goymslu, um neyðugt.


Brúk fyri serligum blóðflokkum

Vanliga er tað eingin trupulleiki at hava blóð tøkt í teimum vanligu blóðflokkunum, men tá tað kemur til serligar blóðflokkar, kundu tey á sjúkrahúsinum hugsað sær fleiri blóðgevar.

Blóðgevar skulu vera í aldursbólkinum 18 - 65 ár, men av tí at fólk noyðast at gevast at virka sum blóðgevar,um tey fáa medisin, eru tað eisini nógv sum noyðast tað gevast.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur blóðbanka, har blóð verður goymt í fimm vikur, men so verður tað beint burtur.

Tað eru tey trý Ólavur Samson, Christian Jørgensen og Karin Jacobsen, sum hava tikið seg saman at endurstovna áhugafelagið, og tey vóna, at nógv fólk nýtir høvi at vitja á Klaksvíkar sjúkrahúsið hóskvøldið.