Blóð fyri 50. ferð

Tá Heðin Mortensen í dag gav blóð, var tað 50. ferðin hann gjørdi hetta. Afturfyri fekk hann, sum siður er, blómu og gullnál Heðin Mortensen hevur altíð verið ein »travlur« maður. kortini hevur hann altíð tikið sær tíð at givi blóð. Ikki fýra ferðir um árið, sum er markið, men eina til tvær ferðir. Og tá hann í dag var í blóðbankanum, var tað fyri 50. ferð.

Eg havi latið blóð í nógv ár, og tað er ein rættiliga geva kensla at vita, at mann hjálpir onkrum. Hartil havi eg tað serligu blóðtypuna 0-Rhesus Negativ, sum øll fólk kunnu móttaka í einari neyðstøðu, sigur Heðin Mortensen.

Hendan blóðtypan verður goymd í »katastrofu-goymsluni«, og hana brúka vit, um vit skulu brúka blóð so skjótt, at vit ikki hava stundir at staðfesta blóðtypuna hjá sjúklinginum, sigur Ragnhild Skarðhamar, ið starvast í blóðbankanum.

Hendan dagin høvdu tey í blóðbankanum reyða rósu og gullnál klára at handa Heðini Mortensen, borgarstjóra í sambandi við, at hann hevur givið blóð 50 ferðir.