Blóð-diamantar eru enn ein trupulleiki

Amnesty International, Føroya Deild

Filmurin ”Blood Diamond”, sum verður frumsýndur í Føroyum fríggjadagin 26. januar, varpar ljós á trupulleikarnar við sokallaðu ”blóð-diamantunum”, sum verða útvegaðir í krígsherjaðum afrikanskum londum, og sum hava við sær kúgan, píning og dráp.
Sølan av ólógligum diamantum frá Sierra Leone, Angola og lýðveldinum Kongo hava fíggjað neyðtøku, píning og dráp. Vápnaðu bólkarnir, sum stríðast um diamantríku økini hava neyðtikið, løstað og tvingað í túsundatali av menniskjum heimanífrá. Nærum fýra milliónir menniskju eru dripin í Angola, lýðveldinum Kongo, Liberia og Sierra Leona í bardøgum, har jagstranin eftir diamantum hevur havt ein týdningarmiklan leiklut.
Hóast friður nú valdar í Angola og Sierra Leone og stríðið í lýðveldinum Kongo er um at hæsa av eru blóð-diamantar enn ein trupulleiki.

Kimberley-sáttmálin
Í 2003 var ein altjóða sáttmáli samtyktur – hin sokallaði Kimberley-sáttmálin - sum gjørdi tað ólógligt at handla við ”blóð-diamantum”. Í sambandi við sáttmálan samdist altjóða diamant-ídnaðurin um eina ábyrgdarskipan, sum skal tryggja at tað ber til at spora diamantarnar aftur til upprunastaðið. Lógligur handil við diamantum og diamantprýði skal nú innihalda eina skriftliga váttan um, at diamantarnir ikki eru fingnir til vega í sambandi við vápnað stríð.

Eitt stig á røttu leiðini
Amnesty International metir sáttmálan vera eitt stig á røttu leiðini, men staðfestir at trupulleikin enn er til. Í løtuni koma ólógligir diamantar frá Vesturafrika inn á altjóða marknaðin. ST hevur nýligani staðfest, at diamantar frá Fílabeinsstrondin fyri 23 milliónir amerikanskar dollarar eru smuglaðir inn á altjóða marknaðin.
Handilin við diamantum hevur lagt lunnar undir ræðulig stríð. Vápnaður harðskapur og grov mannarættindabrot fara enn fram í royndini at fáa tamarhald á diamantríku økini í eystur Kongo. Ógvusliga stríðið í Sierra Leone vísir, at sjálvt smáar mongdir av ”blóð-diamantum” kann gera ómetaliga stóran skaða í einum landi.

Amnesty International, Føroya deild vónar at filmurin ”Blood Diamond” kann vera við til at varpa ljós á avleiðingarnar av ólógliga diamanthandlinum og at altjóða diamant-ídnaðurin og heimsins stjórnir tryggja at ólógligir diamantar ikki sleppa inn á marknaðin. Somuleiðis eiga bæði brúkarar og útvegarar at seta krøv og bert handlað við diamantum, sum ikki eru fingnir til vega í sambandi við stríð og mannarættindabrot.

Meira kann lesast um málið í frágreiðingini:
Kimberley Process: An Amnesty International Position Paper (6 December 2006) web.amnesty.org/library/Index/ENGPOL300572006