Blóðbað í sýriskari bygd

Sýriski ferlagsskapurin Syrian Observatory for Human Rights (SOHR) sigur, at meiri enn 125 fólk doyðu í nøkrum bumbuálopum á bygdina Aqrab í dag.

Aqrab er nærhendis býnum Hama, og tey flestu, sum búgva har, eru alawittar og sostatt um teirri somu sjiamuslimsku greinini, sum Bashar al-Assad, forseti, er úr.

Sambært SOHR er tað ikki greitt, hvør skipaði fyri álopunum, men talsmaðurin hjá felagsskapinum, Rami Abdel Rahman, sigur, at vóru tað uppreistrardeildir, sum framdu álopini so er hetta tað størsta álopið á alawittar higartil undir borgarakrígnum.