Blíðari og greiðari tónar á Christiansborg

Tónalagið í setanarrøðuni var fyrikomandi, ja næstan fryntligt og í hvussu so er rættiliga greitt, tá ið Annita á Fríðriksmørk fyri Tjóðveldi tók sæti á Fólkatingi í gjár

POLITIKKUR


Klokkan var farin av fimm seinnapartin í gjár, tá ið Annita á Fríðriksmørk, endiliga kundi fara á røðarapallin í danska fólkatingssalinum og halda fyrstu setanarrøðu sína. Annita á Fríðriksmørk tekur sæti sum fólkatingslimur eftir Høgna Hoydal. Sjúrður Skaale hevur sum triði maður røkt sessin, meðan Annita á Fríðriksmørk hevur verið í barnsburðarfarloyvi.

Fyrsta viðgerð av donsku fíggjarlógini 2009 var á skránni í fólkatingssalinum í gjár. Sum vanligt er í Fólkatinginum var salurin at kalla tómur. Bert mannaður við framsøgufólkunum úr ymsu flokkunum og so Annita á Fríðriksmørk og Lars Emil Johansen fyri grønlendingar. Hin grønlendski fólkatingslimurin, Juliane Henningsen var burturstødd. Eftir øllum at døma heima í Grønlandi at føra valstríð til komandi fólkaatkvøðuna í Grønlandi um nýggja sjálvstýrislóg. Annita á Fríðriksmørk hevði nemliga eina heilsan við sær frá Juliane.

Annita á Fríðriksmørk legði í jomfrú-røðuni til danska Fólkatingið beinanvegin upp til samstarv. Hon vísti á týdningin fyri góðum samstarvi millum allar partar og øllum pørtum at gagni. Men harafturat gjørdi hon so eisini greitt, hvat hennara hjartamál var: at vinna Føroyum frælsi og sjálvstýri.

Sum áhoyrari tulkaði tú tónan og orðalagið í setanarrøðuni sum meira pragmatiskt og real-politiskt enn hjá undanmonnum hennara. Helt meg ikki síggja so nógv himmalvend eygu ella fólk yppa øksl í salinum, sum tað kann koma fyri, tá ið føroyskir fólkatingslimir tala í salinum. Livst so spyrst.

Annita á Fríðriksmørk nevndi í samband við fyrstu viðgerð av donsku fíggjarlógina 2009, at føroyska landsstýrið hevði ætlanir um at yvirtaka serforsorgina og við hesum eisini minka um útreiðslurnar fyri danska statskassan, við tað at blokkstuðulin sostatt minkar við 117 milliónum krónum.

Eisini tók Annita á Fríðriksmørk tankarnar um at yvirtaka ábyrgdina fyri fíggjareftirliti av peningastovnunum í Føroyum framaftur. Hetta er djarvt og má hóast alt sigast at vera sera viðkomandi í hesum tíðum, har stórur ófriður herjar í fíggjarheiminum um allan heim og ikki minst í Danmark við gøluni um Roskilde Bank. Altavgerandi  er at fáa relevantar upplýsingar til røttu tíð í slíkum tíðum. Men so stingur spurningurin um trúvirði seg eisini upp. Hvat er betri: eitt lítið, men útliciterað fíggjareftirlit ella eitt størri, men ivasamt? Kjakið er viðkomandi!

Annita á Fríðriksmørk bar eisini fram eina heilsan frá Juliane Henningsen, øðrum fólktingsliminum úr Grønlandi. Tað ljóðaði, sum at tær báðar fara undir veruligt umhvørvisátak í samband við ST-veðurlagsráðstevnuni, ið verður í Keypmannahavn næsta heyst. Annita á Fríðriksmørk fanst at donsku stjórnini fyri ikki at seta nóg nógvar pengar av til rástevnuna. Og so fanst Annita á Fríðriksmørk eisini at fíggingarháttinum, har pengar vóru tiknir frá donsku menningarhjálpini og brúktir til ráðstevnuna.

Sum siður er í danska Fólkatinginum, fær nýggjur fólkatingslimur handað 25 oyru frá framsøgufólkunum úr hinum flokkunum í samband við jomfrú-taluni. Men nú hevur danski Tjóðbankin gjørt av at avtaka danska 25 oyrað frá 1. oktober í ár. Veit tí ikki um Annita á Fríðriksmørk eisini fekk hendan heiður seinnapartin í gjár.