Leivur Thomsen
----
Føroyar skulu vera vertur fyri Oyggjaleikunum í 2019, verður sagt. Hetta hevur leingi verið á dagsskrá, bæði hjá lands,- og býráðspolitikkarum. Higartil hevur kjakið mest snúð seg um, at fyri at kunna verða vertur, skulu vit hava ítróttarhentleikar so sum golfvøll, langhyl og annað.
Sjálvandi er hetta fyritreytir fyri at hava sjálvar ítróttargreinarnar umboðaðar - men tað er minst líka umráðandi, at vit sum býur verða til reiðar at taka ímóti øllum fólkinum og tí nógva fokus, sum fylgir við.
Um vit átaka okkum uppgávuna at skipa fyri oyggjaleikunum, skulu vit, umframt ítróttina, eisini kunna bjóða gestunum eina góða heildaruppliving av okkara býi. Hetta krevur, at vit gera íløgur í miðbýin, bløðandi hjartað í Tórshavn, har flestar ábøtur og endurnýggjanir í løtuni krevjast. Tað er ein týdningarmikil íløga í okkara framtíð.
6 milliónir eru settar av til at gera eina heildarætlan yvir miðbýin. Tey 7 árini, sum eru fram til 2019 kunnu vit røkka tí mesta, bert viljin er til staðar. Vit kunnu hóskandi kalla tað Visión 2019! Lat okkum saman arbeiða fram ímóti at gerast, ikki bert tað førandi oyggjasamfelagið á oyggjaleikunum 2019, men eisini staðið, har fólk í hópatali leita til. Tí upplivingina, hesi fólkini fáa í Føroyum, fara tey at bera víðari til onnur í sínum heimlandi - og tað fer so aftur at hava ávirkan á ferðavinnuna hjá okkum.
X-býarkjarni, X-visión, X-Leivur Thomsen, ein kreTivur poliTikkari, Tjóðveldi
les meira um tað sama her:
www.politikkur.fo/vis-leivur+thomsen-greinar <http://www.politikkur.fo/vis-leivur+thomsen-greinar>