Monterið sum skótast vatnhjól á skip og flakar, og ankrið tey føst allar vegir – nakað sum oljuplattformar – og so fara hjól at mala av streymi. Við hóskandi nógvum adderað og gearað at snurra rætt, kunnu tey uttan iva generera ovmikið av ravmagni, og bíligari enn tað, ið ætlanir SEV´s í løtuni renna eftir smb. almenningsins kunnleika; nevniliga tað at bora fjøllini tunn og at tøma áirnar.
Tað er so líkatil fyrst at velja Vestmannasund. Og harnæst ein fjørð/sund afturat við góðum streymi, veðurgóðan við lítlari havaldu. Vit kunnu tá ið hetta er ment, fara at framleiða so nógv el okkum lystir. Bara SEV vildi komið skjótt í gongd, ja beinanveg, nú teir kortini leggja skip av høga oljuprísinum, so kundi SEV leiga okkurt til hesar fyrstu vatnmyllu royndir á streymasjógvi!
Tað við fallandi streyminum og kyrrindum hevur lítið uppá seg, um Vestmannasund er annað staðið til uppankring, tí kyrrindir sigast vera um 2 tímar forskotin í mun til aðrar firðir og sund í Føroyum.
Helst kann SEV eisini tvinnað verkætlanina við turbinur undir smærri vatngoymslum við áir, sum vatnmyllur supplera vatn uppí, til at javna framleiðsluna yvir 24 tímar. At fáa nokk av orku, skuldi ikki verði trupulleikin, tí tað er jú bara at hava nóg nógv og nóg stór vatnhjól.
Nú er uppskotið alment. Flóvisliga lætt, og tí helst ikki sæð á prenti. Nógv munnu hava hugsað tað. Hendan loysn skuldi verið nokkso trygg at umsita, ikki viðbrekin, fleksibul og og helst bílig í mun til potentiellar úrtøkur. Tað mugu royndir so vísa. Men vit mugu fáa fatur í hesa ríku orku, sum vit hyggja út á hvønn dag, og sum vit hava so nógv brúk fyri. Virkar verkætlanin væl, so kann hugskotið eisini nýtast nógva staðni út um allan heimin!
SEV eigir tí at dyrka hesar tankar av fleiri grundum, m.a. at tað helst verður nógv bíligari enn at gjøgnumbora fjøll, og er náttúru vinarligari loysn – og at fleiri síl fáa eitt gott lív lagað.