Bláa Bylgjan á netinum

Slóðirnar á alnetinum sampakka ikki heilt so væl við føroyska bókstavaraðið. Men fonetiskt er tað sum so sera hóskandi, at heimasíðan ber hetið, www.blaabylgjan.com.

 

Ikki óvæntað eru tað fyrst og fremst tíðindi og kjak um Formula-liðið hjá KÍ, sum seta sín dám á síðuna, og soleiðis eigur tað eisini at vera. Nú talan er um spildurnýggja síðu, er sjávlandi avmarkað av tilfari at lesa á hesi, men einki er at ivast í, at Rodrigo og hinir spælararnir á Formula-liðnum hjá KÍ fáa sína umrøðu á síðuni, so hvørt sum umførini í landskappingini gerast fleiri í tali.