? Frá okkara síðu er bókin næstan liðug. Men tað hava verið nógvar broytingar síðstu tíðina, sum hava gjørt arbeiðið longri. Millum annað fingu vit fleiri nýggjar løgtingslimir, sum vit eisini vildu hava við í bókina, sigur Gunnar Isholm Simonsen, sum er ritstjóri á Kunningartænastuni.
? Arbeiði við at gera Bláu Bók tók meir tíð enn væntað. Serliga var trupult at fáa fólk við í bókina. Ætlanin var heilt frá byrjanini at hava í minsta lagi 300 fólk við í bókini. Men tað var stórur trupulleiki at fáa so nógv fólk. Nakað fyri jól høvdu vit bara umleið ein triðing av hesum persónunum.
Gunnar sigur, at føroyingar eru rættiliga varnir at koma fram sjálvir. Nakrir søgdu beinleiðis nei til at vera við, meðan aðrir vóru nakað trekir.
Gunnar leggur tó dent á, at føroyska útgávan av Bláu Bókini byggir á eitt breitt úrval av persónum, og ikki sum eitt nú tann danska, sum verður roknað fyri at vera meir snobbut.
Í bókini vera eitt breitt úrval av eini 300 føroyingum, sum á ein ella annan hátt kunnu kallast almennir persónar. Tað eru eitt nú politikarar, almennir og privatir stjórar, læknar, prestar, sakførarar og listafólk
Áhugi fyri familju
Tann fyrsta føroyska sokallaða Bláa Bók skuldi koma út til jóla í fjør. Men millum annað av tí, at tað var so trupult at fáa fólk við í bókina, varð arbeiðið útsett. Nú er tað mesta komið uppá pláss, og tað mangla mest sum bara rættingar.
Tað gongur tó rúm tíð áðrenn føroyingar kunnu blaða í bókini, fyri at finna út av nøkrum um aðrar føroyingar.
? Eg haldi avgjørt tað er grundarlag fyri eini tílíkari bók. Føroyingar eru áhugaðir í familju, og vilja gjarna vit nógv um aðrar persónar, sigur Gunnar.
Í bókini eru ymiskir upplýsingur um hesar persónarnar. Umframt mynd, útbúgvingar og starv, eru eisini upplýsingar um hvørji foreldrini og børnini eru og stutt skrivað um tann einstaka persónin.
Gunnar væntar, at bókin verður um tær 200 síðurnar.
Men í fyrsta umfari er tað nýggja telefonbókin, sum Kunningartænastan arbeiðir við. Kunningartænastan skal hava hana lidna einaferð í november, men teir vænta kortini at fáa tíða at gera Bláu Bók lidna í hesum tíðarbilinum.