Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi verður forkvinna í Løgtinginum. Hon er bara onnur kvinnan í starvinum. Tann fyrra var Marita Petersen, sum varð vald til løgtingsforkvinnu í 1994.
Bjørt Samuelsen, sum er 57 ára gomul, hevur sitið á tingi síðani 2008. Hon gjørdist landsstýriskvinna í vinnumálum í landsstýrinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin, sum sat frá februar til september í 2008.
Hon var afturvald á ting í 2011, men fall í 2015. Hon kom kortini á ting sum føst varakvinna fyri landsstýrisfólk tað valskeiðið. Hon varð afturvald í 2019 og nú í 2022. Hon hevur sostatt verið løgtingskvinna í 14 ár.
Tá stýrisskipanarlógin varð broytt í 1996 legði Marita Petersen frá sær sum forkvinna í Løgtinginum. Tá var Jógvan Ingvard Olsen úr Sambandsflokkinum valdur ístaðin – og sum tann fyrsti eftir nýggju lógini, har løgtingsformaðurin fór upp í tign og í løn.
Løgtingsformaðurin, sum almenna heitið eitur, er løntur sum løgmaður.
Mánaðarlønin er 89.763 krónur, sum er tað sama sum 1.077.152 krónur um árið.